Leys størv á elementvirkinum

Vit søknast eftir handverkarum ella royndum forskallarum, til at arbeiða inni á elementvirkinum á Norðskála.
Arbeiði umfatar; í høvuðsheitum gerð av formum, armerings arbeiði og stoyping.

Vit rokna við, at tú ert raskur, røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi.

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Lønin er eftir avtalu.

Tey íð sett verða skula helst kunna byrja skjótast gjørligt , ella eftir avtalu.
Umsókn kann sendast til:

P/F Løvubetong
Flatnavegur 8
460 Norðskáli.

Ella á t-post: regin@betong.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 31. Okt 2017

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Johannessen á telefon 231501

IMG_5876.JPG

Nýggjur pumpubilur

Hesin flotti Volvo FMX 540 er komin til Norðskála, at royna seg sum pumpubilur. Bilurin er sera væl útgjørdur og klárur til hørðu uppgávuna. Førari á bilinum, verður okkara royndi Dan Eli.

Hetta er fyrstu ferð, at Løvubetong roynir ein Volvo sum pumpubil og vóna og vanta vit, at hann gerst ein sterkur partur av betong virkisøki okkara.

Myndin vísir yvurtøkuna frá veitaranum PL Stórbilar

Myndin vísir yvurtøkuna frá veitaranum PL Stórbilar

Løvubetong í nýggjar hæddir

Vaktarskifti hevur verið á kranasíðuni á Løvubetong, Terex EXPLORER 160 tons kranin er skiftur út við ein Demag AC250-5. Kranaførari er tó hin sami vælroyndi John Erik.

Løvubetong hevur seinastu 10 árini verið førandi á føroyska kranamarknaðimum bæði við bestu útgerð og nógv størsta marknaðarparti, men seinastu tíðina hevur staði á við størstu uppgávunum. Eftir hetta skift er tó aftur klárt at taka ímóti tyngstu uppgávunum.

Fyrsta uppgávan við Demag

Fyrsta uppgávan við Demag

Kranarnir møttust á Norðskála áðrenn yvirtøkuna.

Kranarnir møttust á Norðskála áðrenn yvirtøkuna.

Koblingarstøð til SEV innan Eið

Til skjótt vaksandi EL-nýtsluna í Fuglafirði byggir SEV eina nýggja stóra koblingarstøð innan Eið við gamla Leirvíksvegin.

Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon, men sum undirveitari hevur Løvubetong veitt allar útveggir til bygningin. Hesir útveggir eru partvís jarnbetong, men størri parturin er úr bjálvaðum betong elementum.
Elementini eru teknaði av Løvubetong í samráð við Spenn.

Og sjálvandi hevur Løvubetong kranin verið til uppsetanina.