Nordjysk lift í nýggj hølir veitt av Løvubetong

Tann 6/11-09 hevði Nordjysk lift í Føroyum, mótøku í nýggjum og stásiligum hølum á Skarshjalla. Høllin er veitt av Løvubetong og er uppbygd við bjálvaðum betongelementum við myrkari steinfasadu, ið ger tey nærmast viðlíkahaldsfrí, bæði innan og uttan. Elementini eru 300 mm í tjygd, har berandi veggurin er 140 mm jarnbetong, bjálva við 100 mm flamingo og fasadan er 60 mm har sjónliga síðan er svartur Hyperite steinur.

Uppsetingina stóðu Nordjysk lift sjálvi fyri, við hjálp frá Búsetur og 120 tons Terex mobilkrananum hjá Løvubetong. Uppsetingin av elementunum gekk væl og var liðug eftir trimum døgum.