Betongelementir

Nýtslan av betongelementum hevur havt við sær stórar broytingar í byggiháttum í Evropa og sjálvsagt eisini í Føroyum. Betongelementir eru sera væl egnaði til byggivinnuna, bæði til stórar byggiætlanir, men eisini til sethús. Løvubetong veitir út- og innveggir, súlur og bjálkar, eins væl og vit eru til reiðar at loysa serligu uppgávurnar.
 

Alt á sama stað

Løvubetong hevur í sama umhvørvi, bæði nýmótans betongblandistøð og sera framkomna framleiðsluhøll á 1200 fermetrar við tilhoyrandi teknistovu. Tilsamans tryggjar vælútgjørda virkið okkum eina stóra framleiðslu orku. 
 

Gott samstarv styrkir um førleikarnar

Løvubetong hevur tætt samband við Einingaverksmiðjuna í Reykjavík, sum var sett á stovn í 1994. Stóra framleiðsluorkan, høga góðskan og smiðliga tænastan hjá Einingaverksmiðjuni er høgt í metum hjá stóru byggiharrunum í Íslandi. Sambandið millum feløgini styrkir um førleikarnar hjá Løvubetong at vera við í størri og smærri projekterings uppgávum og heildarloysnum.

Vegleiðing til uppsetan av elementum trýst her

Standard loysninr trýst her

ACFC58A2-030F-4B7A-94EE-DE090FEE2FD5.JPG