Løvubetong P/F var sett á stovn 10. mars 1984. Endamálið hjá felagnum er at blanda og selja betong og at reka alt slag av handli í tí sambandi.
Løvubetong hevur ment seg til høvuðs veitara av sementi í Føroyum og harafturat hevur felagið eina av størstu og best útgjørdu betongblandustøðunum í landunum. Løvubetong leggur serligan dent á góskutrygging.
Virkisøkið ment
Seinnu árini hava vit víðkað um virkisøkið hjá felagnum. Í 2007 keyptu vit ein Terex | Demag AC 120-1 mobilkrana at leiga út. Tað seinasta, ið er komið afturat virkisøkinum hjá Løvubetong, er ein 1200 fermetra stór nýmótans elementhøll, har vit gera øll sløg av veggelementum, bjálkum og súlum.
Eik Bank
Konto nr. 9181 - 2263299
IBAN FO16 9181 0002 2632 99
SWIFT EIKB FO TF
Løvubetong hevur stórar nøgdir av tilfari innadura, og hevur eisini møguleika at stoypa við heitum vatni. Hettar ger at vit altíð kunna veita betong sum er um 20-25 gradir heitt !

kram.fo lýsir hús úr betongelementum
Heidi og Tórleif byggja í løtunni síni arkitektteknaðu dreymahús í Hósvík og hevur kram.fo í tí sambandi valgt at fylga byggingini. Isoleraðu betong elementini eru framleidd á Norðskála hjá Løvubetong og serliga snigið á húsunum viðførdi eina spennandi avbjóðing fyri bæði teknara og fólki í framleiðsluhøllini hjá Løvubetong.
Les meira

![]() |
Nýggj telefonnummurLøvubetong hevur fingið nýggj telefonnummur: |
P/F Løvubetong | Flatnavegur 8 | 460 Norðskála | Tel. 666 800 | Faks: 422 469 | V-tal 347213 | betong@betong.fo