Bjálva betong elementir til Bátafelagið

Í hesum døgum verður nýggja felagshúsið, hjá Bátafelaginum í Tórshavn, reist á Bryggjubakka.
Tað er Búsetur ið stendur fyri byggingini, men út- og inn-veggir eru úr betong elementum veitt av Løvubetong. Útveggir eru bjálva við 150 mm trýstfastari bjálving og hava innstoyptar El-dósir og vatnleiðingar, tvs. at innan er klárt til máling. Uttan hevur Bátafelagið valgt at pussa alla fasaduna.

Bátafelagið ynskti at fáa ein bygning úr elementum fyri at hava byggitíðina so stutta sum møguliga og eisini tí byggplássið er sera avmarkað.