Tungt lyft

Í seinastu viku, var okkara Terex 120 tons krani, í Leirvík og gjørdi tvey sera tung lyft fyri J&K Petersen Contractors.

Talan var um tvær betong kistur á uml. 70 tons til havnaútbygging í Leirvík, og er tað tyngsta lyft kranin hjá Løvubetong hevur gjørt.