Koblingarstøð til SEV innan Eið

Til skjótt vaksandi EL-nýtsluna í Fuglafirði byggir SEV eina nýggja stóra koblingarstøð innan Eið við gamla Leirvíksvegin.

Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon, men sum undirveitari hevur Løvubetong veitt allar útveggir til bygningin. Hesir útveggir eru partvís jarnbetong, men størri parturin er úr bjálvaðum betong elementum.
Elementini eru teknaði av Løvubetong í samráð við Spenn.

Og sjálvandi hevur Løvubetong kranin verið til uppsetanina.